Innanlands

Heimurin hitnar – hvørjar eru avleiðingarnar hjá okkum?

Alment kunnandi tiltak í Norðurlandahúsinum hóskvøldið

2019-09-09 11:26 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Hóskvøldið 12. september verður skipað fyri áhugaverdum tiltaki í Norðurlandahúsinum um veðurlagsbroytingar. Heimurin Hitnar kallast tiltakið, sum tekur støði í globalu mannaskaptu upphitingini og sum vit nú eisini síggja við Føroyar. Hvørjar broytingar kunnu vit vænta okkum við Føroyar?

Fimm mans fara at leggja fram. Jens Hesselbjerg Christensen, professari í veðurlagsfrøði og jarðalisfrøði fer at greiða frá støðuni við veðurlagsbroytingunum, sæð úr einum føroyskum sjónarhorni.

Síðan fer Petur Steingrund, fiskifrøðingur at viðgera spurningin: ”Er toskurin undir Føroyum ávirkaður av alheims upphiting”. Ólavur S. Dalsgarð, stjórnmálafrøðingur fer at viðgara ”Tillagingarætlanir at tálma avleiðingum av vegurlagsbroytingum”, Sjúrður Hammer, fuglafrøðingur viðgerð ”Veðurlagsbroytingar úr fuglaperspektivi” og Bogi Hansen, havfrøðingur tosar um ”Veðurlagsbroytingar og Føroyar”.

Tiltakið er stuðlað av Hiddenfjord, Tórshavnar kommunu og Javnaðarflokkinum á Fólkatingi. Aftaná fyrilestrarnar verður eitt Hiddenfjord laksaábit, sum Gutti Winther stendur fyri saman við einum serbryggi frá Anniku Waag.

Stigtakari til tiltakið, er Johan Mortensen. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder