Uttanlands

Heimurin skrásett 35 milliónir smittutilburðir

USA, Brasil og India eru londini, sum bæði hava skrásett hægsta talið á tilburðum og andlátum í sambandi við koronasmittuni

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2020-10-05 11:11 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Um ársskiftið kom tað fram, at ein hervilig virussjúka gekk í Hubei-landslutinum í Kina. Nýggja koronavirusið varð skjótt spjatt um allan heimin, og nú, tíggju mánaðir seinni, eru fleiri enn 35 mió. fólk vorðin smittað, og fleiri enn ein mió. eru deyð við sjúkuni.

Sambært Worldometers.info eru 35,4 mió. tilburðir skrásettir í skrivandi stund.

Tað eru USA, India og Brasil, sum hava skrásett hægsta talið á smittutilburðum. USA hevur skrásett 7,5 mió. tilburðir, India hevur skrásett 6,6 mió. tilburðir, og Brasil hevur skrásett 4,9 mió. Fjórða og seinasta landið, sum hevur skrásett omanfyri eina mió. tilburðir, er Russland, har talið í løtuni liggur á 1,2 mió.

Tá hugt verður at talinum á skrásettum andlátum eru tað framvegis USA, Brasil og India, sum hava skrásett flest. USA hevur skrásett 214.000 andlát, Brasil hevur skrásett 146.000 andlát, og India hevur skrásett 102.000.

Av teimum 35,4 mió., sum hava fingið staðfest koronasmittuna, eru 26,6 mió. staðfest frísk aftur, og 7,7 eru sostatt smittað í løtuni. Tey flestu hava mild sjúkueykenni.

–––

Fakta: Ikki er vist, at øll eru deyð av covid-19 virus.

Gjørt verður vart við, at tað ikki er vist, at tey fólk, sum eru skrásett at vera deyð orsakað av covid-19, veruliga eru deyð av hesum virus. Altjóða skipanirnar, fyri skjótt at staðfesta og dagføra talið av deyðum, eru soleiðis innrættaðar, at um ein persónur doyr, og viðkomandi er skrásettur at hava verið raktur av covid-19 í einum tíðarskeiði á 60 dagar innan deyðin varð staðfestur, verður hesin skrásettur sum eitt av offrunum fyri heimsumfatandi covid-19 umfarssóttini.

Hetta er gjørt fyri lættari at kunna heinta upplýsingar út úr verandi edv- og kt-skipanum. Sostatt má roknast við, at ein partur av teimum deyðu í uppgerðini eru deyð av orsøkum, sum einki hava við covid-19 smittuna at gera.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder