2022-03-28 20:15
Hollendska bryggjaríið Heineken hevur nú tikið avgerð um at taka alt virksemi sítt úr Russlandi orsakað av innrásini í Ukraina.
Bryggjaríið hevði annars longu steðgað framleiðsluni og søluni í Russlandi fyribils, men í dag ásannar Heineken, at tað ikki er nóg mikið, og er avgerð tikin um at selja alt virksemið í Russlandi til nýggjan eigara.
Starvsfólkini í Russlandi fáa framvegis løn restina av árinum, skrivar Ritzau.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald