Uttanlands

Heineken tekur seg úr Russlandi

Ognirnar hjá Heineken í Russlandi eru seldar fyri eina evru

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2023-08-27 11:49 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Hollendska bryggjaríið Heineken hevur selt ognir sínar í Russlandi til russiska Arnest Group og steðgar harvið virksemi sítt í landinum, upplýsir bryggjaríið.

Søluprísurin var ein evra - 7,45 krónur. Sølan fer væntandi at hava við sær eitt tap á 300 milliónir evrur - 2,2 milliardir krónur, skrivar Ritzau.

Heineken hevði sjey bryggjarí og 1.800 starvsfólk í Russlandi.

Tað var í mars 2022 at bryggjaríið fór undir tilgongdina at selja virksemið í Russlandi   í kjalarvørrinum á innrásini í Ukraina.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder