Innanlands

Heini Gaard nýggjur mentamálaleiðari í Tórshavnar kommunu

Hann hevur seinastu nógvu árini arbeitt í Kringvarpinum, men eftir summarfrítíðina byrjar hann í starvi hjá høvuðsstaðarkommununi

Á myndini eru frá vinstru: Annfinn Brekkstein, formaður í mentamálanevndini, Heini Gaard, mentamálaleiðari, Heðin Mortensen, borgarstjóri, og Jóan Petur Hentze, trivnaðarstjóri (Mynd: Tórshavnar kommuna)

Á myndini eru frá vinstru: Annfinn Brekkstein, formaður í mentamálanevndini, Heini Gaard, mentamálaleiðari, Heðin Mortensen, borgarstjóri, og Jóan Petur Hentze, trivnaðarstjóri (Mynd: Tórshavnar kommuna)

2022-06-15 21:10 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tórshavnar kommuna hevur í dag sett Heina Gaard í starvið sum mentamálaleiðari. Heini Gaard er útbúgvin cand.mag. í søgu við hjágrein í films- og fjølmiðlafrøði. 

Umframt drúgvar royndir sum journalistur og redaktørur, hevur hann eisini verið deildarleiðari á Aktuelt-deildini í Kringvarpi Føroya.

[object Object]Heini Gaard var eitt skifti vertur í Degi og viku (Skíggjamynd: KVF)

Mentamáladeildin er deild í trivnaðarfyrisitingini. Virkisøkið hjá mentamáladeildini er útbúgving, sum fevnir um kommunalu fólkaskúlarnar, Musikkskúlan og Kvøldskúlan, og mentan og frítíð, sum fevnir um Býarbókasavnið og Býarsavnið, mentanarhøli í miðbýnum, Svimjihøllina og Ítróttaanlegg.

Harumframt umsitur deildin stuðulsskipanir innan mentan og ítrótt. Samlaða rakstrarjáttanin til hesi øki er uml. kr. 120 mió. Heini Gaard byrjar í starvinum eftir summarfrítíðina.

Hann tekur yvir eftir Sigurð Ó Vang, sum fyrr í ár byrjai í starvi sum deildarleiðari fyri verkætlanardeildina hjá Landsverki.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder