2020-02-11 18:04
Heilsutrygd boðar frá, at Heini Harryson er settur í starv sum kommunulækni í Eiðis læknadømi.
Heini Harryson nam sær embætisprógv innan læknafrøði í 2010 og fær væntandi serlæknagóðkenning í almennum medisini 29. februar 2020. Heini Harryson hevur seinasta árið arbeitt í Miðlon, sum liður í serlæknaútbúgvingini.
Heini Harryson tekur við starvinum í viðtaluni við Norðskála 1. apríl 2020.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald