Innanlands

Heita á bilførarar um at ansa sær í ferðsluni

Í morgun ávarar Landsverk um hálku og vind um alt landið, og hálkan hevur eisini elvt til tvey ferðsluóhapp í gjárkvøldið og í nátt

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-02-03 09:57 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

– Hált og krapi er í støðum um alt landið. Nógvur vindur er í hæddunum. Koyrið varliga, eru boðini frá Landsverki í morgun.

Løgreglan heitir eisini á bilførarar um at ansa sær í ferðsluni. Av løgreglustøðini í Havn verður sagt, at tey hava skrásett tvey hálkuóhapp í gjárkvøldið og í nátt.

Í gjárkvøldið klokkan 23 var ein bilur, sum rendi á eitt busskýli í Kollafirði.

Busskýlið fór rættiliga illa, og bilurin fekk eisini nakað av skaða, men eingin fólkaskaði var, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini, sum leggur afturat, at bilurin var væl skøddur.

Klokkan 1.30 misti ein bilførari á Kambsdali tamarhaldið á bilinum og fór út av vegnum. Bilurin fekk onkran skaða, men heldur ikki í hesum førinum var nakar fólkaskaði.

Koyrilíkindini hjá Landsverki síggjast her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder