Uttanlands

Heita á borgarar um at fara úr Ukraina

Danmark og fleiri onnur Nato-lond heita á borgarar, sum eru staddir í Ukraina um at fara úr landinum

Jeppe Kofod, uttanríkismálaráðharri í Danmark (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Jeppe Kofod, uttanríkismálaráðharri í Danmark (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2022-02-12 10:25 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Danska uttanríkismálaráðið hevur broytt ferðavegleiðingarnar fyri Ukraina, og verður heitt á allir borgarar um at fara úr landinum, umframt at mælt verður frá at ferðast til landið.

Orsøkin er óvissa trygdarstøðan í Ukraina.

Sambært USA hevur Russland sett upp móti 130.000 herfólk til markið til Ukraina og Hvítarussland.

Danski uttanríkismálaráðharrin, Jeppe Kofod boðaði í gjár frá, at danska sendistovan í Kijev verður verandi opin fyribils.

Fleiri onnur lond, m.a. Stórabretland, Holland, og Noreg hava eisini heitt á sínar brogarar í Ukraina um at fara úr landinum, skrivar Ritzau.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder