2024-05-13 23:26
Atlantic Airways er ávirkað av verkfallinum hjá arbeiðarafeløgunum, sum kemur í gildi á midnátt. Flogfelagið sigur í kunning til síni ferðafólk, at eitt nú kann roknast við longri avgreiðslutíð í trygdareftirlitinum.
Eisini vera ferðandi biðin um bert at hava viðføri at skriva inn, um tað er neyðugt.
Umborð á flogførunum verður kaffi, te og vatn bjóðað ókeypis, men hvørki matur ella nakað leskandi verður selt, meðan verkallið er.
(Savnsmynd: Sverri Egholm)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald