Innanlands

Heita á fólk um at møta fjølment í løgtinginum

- Festarar, óðalsfólk, fjallfólk, skyldfólk, vinfólk: Nú mugu vit øll standa saman, og sannføra løgtingið um tær vanlukkuligu avleiðingar hendan lógin fer at fáa

(Mynd: Absalon Hansen 2019)

(Mynd: Absalon Hansen 2019)

2024-03-19 07:53 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Nógv umrødda málið um gongd í haga hjá Høgna Hoydal, sum nú eitur "Burðardygg ferðavinna" kemur til fyrstu viðgerð í løgtinginum í dag.

Bøndur og óðalsfólk hava víst sína ónøgd um uppskotið, og Bóndafelag Føroya Føroya Óðalsfelag heita nú á fólk um at møta fjølment.

- Vit vilja heita á øll sum stúra fyri avleiðingunum av hesi lógini, um at møta á Løgtingi, ella onkursvegna, og á ein sømiligan hátt, at gera vart við tykkara ónøgd.

- Festarar, óðalsfólk, fjallfólk, skyldfólk, vinfólk: Nú mugu vit øll standa saman, og sannføra Føroya Løgting um tær vanlukkuligu avleiðingar hendan lógin fer at fáa, fyri føroyskan landbúnað og Føroya náttúru.

- Møtið fjølment, verður sagt.

Tingfundurin byrjar klokkan 10, men lógaruppskotið um ferðavinnu er sjeynda mál á skránni, so tað verður helst ikki fyrr enn út á dagin, at tann viðgerðin byrjar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder