Amerikanski forsetin Joe Biden, og fleiri aðrir leiðarar í vesturheiminum koma við felags áheitan á Ísrael um at verja sivilfólk.
Hendan áheitanin kemur, eftir at Biden hevði innkallað til telefonfund, har luttakararnir vóru kanadiski forsætisráðharrin, Justin Trudeau; franski forsetin, Emmanuel Macron; týski samveldiskanslarin, Olaf Scholz; italski forsætisráðharrin, Giorgia Meloni; og bretski forsætisráðharrin, Rishi Sunak, skrivar Ritzau.
Í áheitanini verður sagt, sambært Hvítu Húsunum, at leiðararnir endurtóku, at teir stuðlaðu Ísrael og teirra rætt at verja seg sjálvi móti yvirgangi, men heittu teir á Ísrael um at verja sivilfólk.
Lagt verður afturat, at leiðrarnir hava bundið seg til at samstarva við samstarvsfelagum í Miðeystri fyri at forða fyri, at stríðið spreiðir seg. Eisini vilja teir arbeiða móti einari politiskari friðarloysn, verður sagt.
Tað var 7. oktober, at Hamas leyp á Ísrael úr Gazageiranum og drap í minsta lagi 1.400 fólk. Síðan tá hevur Ísrael framt fleiri álop á Gaza, og sambært palestinska heilusmálaráðnum, hava hesi álop kravt yvir 5.000 mannalív og sært yvir 15.000.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald