Uttanlands

Heitasti dagurin í Oslo síðan 1901

Í gjár var heitasti dagurin, Oslo hevði upplivað í 117 ár

Mynd: TV2

Mynd: TV2

2018-07-28 10:56 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í Skandinavia ræður miskunnarleysi hitin enn.

Í gjár vóru 33,1 hitastig í Danmark, og 33,7 stig í Svøríki, men heitast var í Noregi, ið setti nýtt lokalt met.

Hitin í Oslo kom í gjár uppá 34,6 stig, og er tað tað hægsta, býurin hevur upplivað síðan 1901, tá hitin kom uppá 35 stig. Eisini er tað tað hægsta, Noreg hevur upplivað yvirhøvur síðan 1991.

Sambært TV2 vórðu fleiri lokal met sett í Noregi í gjár.

Tann hægsti hitin, Noreg nakrantíð hevur upplivað, er tá hitin í Buskerud kom uppá 35,6 stig tann 20. juni í 1970.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder