Uttanlands

Heitasti januar-mánaði sum er máldur í Danmark

Miðalhitin hevur verið 5,5 hitastig, og hetta er greitt met

(Savnsmynd: EPA)

(Savnsmynd: EPA)

2020-01-31 13:30 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í ár hevur tað ikki verið serliga kølið í mun til árstíðina, og hvat tað vanliga er í Danmark í januar. Hetta staðfesta tølini. TV2 skrivar, at miðalhitin er 0,5 hitastig heitari enn í 2007. Tá var hann júst 5 hitastig, og tað var met í Danmark.

Í 1874 varð byrjað at taka miðalhita kring landið. Eina øld seinni kom miðaltalið upp á 4,5 fyri fyrstu ferð. Millum 1961 og 1990 var annars vanligt, at miðalhitin lá um 0. Afturat 2020 og 2007 eru 2008 og 2005 tey árini í hesari øldini, ið eru á topp-10 listanum yvir teir heitastu januar-mánaðirnar.

Ongantíð hevur hitin um dagin í miðal verið so nógvur sum í mánaðinum, sum nú fer afturum, og tað sama er galdandi fyri náttina. TV2 skrivar, at meira enn helmingurin av teimum 31 veðurstøðunum í landinum ikki hava mált frost yvirhøvur í ár, og tað er púra óvanligt. -4,2 gradir er lægsta talið yvirhøvur. Hetta er triði januar uttan kava. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder