Seinasti mánaðin setti met sum heitasti juni mánaðin, ið nakrantíð er skrásettur.
Tað vísa tølini hjá veðurlagstænastuni hjá ES, Copernicus Climate Change Service (C3S).
Gamla globala metið frá juni 2016 varð sligin við 0,1 stigi.
Eisini í Evropa varð nýtt met sett, sum var rættiliga nógv heitari enn gamla metið frá juni í 1999, skrivar Politiken.
Tølini vísa eisini, at hesin juni mánaðin í miðal gjørdist tvey stig heitari enn vanligi miðalhitin í Evropa.
- Tølini hjá okkum vísa, at hitin í útsynningsevropa seinastu vikuna var óvanliga høgur, sigur leiðarin í C3S sambært tíðindastovuni AFP.
- Hóast hetta var nakað óvanligt, er sannlíkt, at vit fara at síggja meira av hesum í framtíðini orsakað av veðurlagsbroytingunum.
Tað var serliga Frakland, Spania, Italia og partar av Miðevropa, sum vóru raktir av methøgum hita seinastu vikuna.
Fríggjadagin varð hitin í Fraklandi máldur uppum 45 stig. Tað hægsta, sum varð mált var í Gallargues-le-Montueux í Suðurfraklandi, har hitin kom upp á 45,9 stig.
Sambært C3S er tað torført at siga, at tað var globala upphitingin, sum var beinleiðis orsøkin. Men ógvusligt veður gerst meira vanligt, nú jørðin gerst heitari.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald