Innanlands

Heitasti september nakrantíð

Miðaltalið kring heimin er hægst málda - serliga var tað heitari enn vanligt í Evropa

Evropa var 0.70 heitari í farna mánaði enn hvat miðal er fyri september (Mynd: EPA)

Evropa var 0.70 heitari í farna mánaði enn hvat miðal er fyri september (Mynd: EPA)

2019-10-08 20:25 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fleiri og fleiri veðurmet verða sett orska av veðurlagsbroytingunum, og nýggjasta uppgerðin hjá Copernicus climate change vísir eisini á tað.

Talan eru um tøl, ið felagskapurin hevur samlað inn og viðgjørt fyri september, og ongantíð fyrr hevur ein september mánaði verið so heitur kring heimin. 

Tøl frá 1981 til 2010 verða nýtt at samanborið við, tá talan er um miðaltøl, og farni mánaðin var 0,57 hitastig heitari enn miðaltalið fyri hesi árini.   

Í september 2016 var talið 0,55 gradir yvir miðaltalið fyri 1981-2010 og í 2017 var tað 0,47 gradir yvir "tað vanliga". Harvið eru tríggir teir heitastu september mánaðirnir nakrantíð máldir innan seinastu fýra árini. 

Hækkandi hitin var galdandi í flestu støðum kring heimin. Evropa skilti seg út við at hava 0,70 gradir yvir miðaltalið frá 1981 til 2010. Í Evropa var tað bert í pørtum av Svøríki, Noreg og Russlandi at tað var kaldari enn vanligt. 

Kelda: TV2

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder