Taliban-stýrið í Afganistan heitir nú á sjónvarpsstøðir í landinum um ikki longur at vísa sjónvarpsrøðir, har kvinnuligir sjónleikarar eru við.
Tað framgongur av nýggju átrúnaðarligu leiðbeiningunum, sum stýrið sendi út sunnudagin.
Eisini verður heitt á tíðindakvinnur og kvinnuligar sjónvarpsvertir um at brúka turriklæð, tá tær eru á skíggjanum.
Talan er ikki um reglur men um átrúnaðarligar leiðbeiningar, sigur talsfólk hjá stýrinum sambært Ritzau.
Síðan Taliban aftur tók valdið í Afganistan í august, hevur nýggja stýrið sett í gildi reglar um, hvussu kvinnur kunnu vera ílætnar á universitetinum. Hetta, hóast stýrið hevur lovað, at tað ikki fer at seta líka strangar reglar í verk sum seinast, Taliban hevði valdið í landinum.
Eisini hevur Taliban lovað at tryggja pressufrælsið, men fleiri fráboðanir hava verið um, at limir í Taliban-rørsluni hava órógvað og brúkt harðskap móti afganskum tíðindafólkum.
Taliban-stýrið hevur eisini heitt á sjónvarpstøðirnar um ikki at vísa filmar ella sendingar, har profeturin Muhammed og onnur úr islam eru avmyndaði. Eisini verður heitt á tær um at banna tilfar, sum eru ímóti islam ella afganskum virðum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald