2024-07-24 10:50
Franski forsetin Emmanuel Macron heitir á danskar myndugleikar um ikki at útflýggja Paul Watson til Japan, upplýsir skrivstova hansara sambært Ritzau.
Watson situr verðhaldsfongslaður í Grønlandi fram til 15. august, har avgerð skal takast um, hvørt hann skal útflýggjast ella ikki.
Í fráboðanini hjá franska forsetanum framgongur, at hann fylgir støðuni og samskiftir við danskar myndugleikar.
Í Fraklandi er eisini skipað fyri talgildari undirskriftainnsavning, har heitt verður á Macron um at krevja, at Watson verður leyslatin. Í skrivandi stund hava 478.100 skrivað undir.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald