Innanlands

Heitt verður á skip og bátar um at vísa varsemi

Runavíkar havn heitir á skip og bátar um at vísa varsemi í sambandi við, at fyritøkan Mowi fer at leggja eina 2,7 km langa rørleiðing út í Oyndarfirði – Arbeiðið byrjaði týsdagin, og verður tað eftir ætlan liðugt 15. juni

Mynd: Runavíkar kommuna

Mynd: Runavíkar kommuna

2021-05-26 13:58 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Runavíkar havn heitir nú á skip og bátar um at vísa varsemi í sambandi við, at fyritøkan Mowi fer at leggja eina 2,7 km langa rørleiðing út í Oyndarfirði.

Arbeiðið at sveisa rørini til kloakkina hjá smoltstøðini Laxá, sum skal førast út í Djúpini, byrjaði í gjár, týsdagin 25. mai, og verður eftir ætlan liðugt týsdagin 15. juni.

Tá sveisingararbeiðið er liðugt, verður rørið strekt út frá ósanum og út í Djúpini, har leiðingin verður søkt niður á botn, skrivar Runavíkar kommuna.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder