Amerikanski uttanríkismálaráðharrin, Antony Blinken, heitti fríggjadagin á fleiri arabisk lond um at viðurkenna Ísrael. Hetta gjørdi hann á einum talgildum fundi við Ísrael og trý arabisk lond, sum um hesa tíðina í fjør viðurkendu Ísrael.
– Vit vilja eggja fleiri lond til at gera sum Emirátini, Bahrain og Marokko. Vit ynskja at víðka um skaran fyri friðarligt diplomati, segði Blinken.
Tá Sameindu Arabaski Emirátini og Bahrain stutt eftir Marokko normaliseraðu sambandið við Ísrael, var tað fyrstu ferð í fleiri áratíggju, at eitt arabiskt land hevði gjørt hetta.
Tað var fyrrverandi amerikanski forsetin, Donald Trump, sum byrjaði hesa tilgongdina – Abraham-avtalan, sum hon bleiv rópt. Hetta er ein leistur, sum núverandi amerikanski forsetin, Joe Biden, eisini ynskir at fylgja, gjørdi Blinken greitt í gjár sambært Ritzau.
Trump varð annars lagdur undir at ignorera palestinsku støðuna í Ísrael-hersettu økjunum Gaza og Vestara Áarbakka við sínum politikki um vinaligt samband millum Ísrael og arabisk lond.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald