Uttanlands

Heitti á Putin um at taka russisk herfólk úr Ukraina

Týski samveldiskanslarin Olaf Scholz tosaði í gjár í telefon við russiska forsetan, Vladimir Putin fyri fyrstu ferð í tvey ár

Seinast Scholz og Putin hittust var 15. februar 2022 í russiska hvøuðsstaðnum Moskva (Mynd: EPA)

Seinast Scholz og Putin hittust var 15. februar 2022 í russiska hvøuðsstaðnum Moskva (Mynd: EPA)

2024-11-16 16:51 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Týski samveldiskanslarin Olaf Scholz tosaði í gjár í telefon við russiska forsetan Vladimir Putin fyri fyrstu ferð síðan desember 2022.

Undir samrøðuni segði Scholz, at hann er til reiðar at tosa við Putin um møguligar loysnir í sambandi við kríggið í Ukraina, og heitti hann á Putin um at vísa vilja til at samráðast við Ukraina fyri at fáa "varandi og rættvísan frið".

Eisini heitti týski samveldiskanslarin á russiska forsetan um at taka russisk herfólk úr Ukraina, og gjørdi hann greitt, at Týskland framvegis fer at stuðla Ukraina í krígnum.

Skrivstovan hjá russiska forsetanum upplýsir, at tað var eftir umbøn frá Týsklandi, at samrøðan varð fingin í lag.

Scholz hevði frammanundan kunnað ukrainska forsetan, Volodymyr Zelenskyj um samrøðuna, og sambært keldu úr ukrainsku forsetaskrivstovuni frámælti Zelenskyj Scholz tosa við Putin.

Ein samrøða við ein vesturlendskan leiðara brýtur avbyrgingina hjá Russlandi og leingir kríggið, verður sagt úr Ukraina.

– Putin ynskir ikki veruligan frið. Hann vil bara hava ein steðg, sigur ukrainska keldan við Reuters.

– Putin fer bara at endurtaka tær lygnirnar, sum hann hevur sagt í áravís og fáa tað at síggja út, sum er hann ikki avbyrgdur longur.

Seinast Scholz og Putin hittust andlit til andlits var í februar 2022, umleið ein vika, áðrenn Russland gjørdi innrás í Ukraina. M.a. týski samveldiskanslarin og franski forsetin, Emmanuel Macron frámæltu Putin at gera innrás.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder