2021-02-25 12:09

Tamarhald er á koronustøðuni í Føroyum: Bert ein persónur er smittaður í løtuni.
Eingin nýggjur smittutilburður varð staðfestur 222 kanningum í gjár, vísa nýggjastu tølini hjá Landslæknanum.
Tilsamans eru gjørdar 230.174 kanningar í Føroyum og tilsamans hava 658 persónar fingið staðfest smittuna í Føroyum. 656 persónar eru staðfestir frískir aftur. Higartil er ein persónur deyður við koronu í Føroyum. Sostatt er ein persónur smittaður í løtuni, skrivar corona.fo
Eingin persónur er innlagdur á Sjúkrahúsverki Føroya í sambandi við koronusmittu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald