Innanlands

Heldur ikki fram sum nevndarformaður

23. juni hevði Føroya Arbeiðsgevarafelag aðalfund, og Bogi Jacobsen, nevndarfomaður bar seg undan afturvali, og varð Ólavur Bjarkhamar valdur í nevndina í hansara stað – Nýggja nevndin hevur ikki skipað seg enn

Bogi Jacobsen hevur verið formaður seinastu fimm árini (Mynd: Industry.fo)

Bogi Jacobsen hevur verið formaður seinastu fimm árini (Mynd: Industry.fo)

2022-06-27 18:32 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Hósdagin í farnu viku, 23. juni, hevði Føroya Arbeiðsgevarafelag aðalfund. 

Nevndarlimir, sum stóðu fyri vali á aðalfundinum, vóru Bogi Jacobsen, Jóhanna á Bergi, og Odd Eliasen.

Jóhanna á Bergi og Odd Eliasen tóku við afturvali, og vórðu tey vald, men Bogi Jacobsen bar seg undan afturvali, og í hansara stað varð Ólavur Bjarkhamar valdur í nevndina.

Bogi Jacobsen varð valdur í nevndina í Føroya Arbeiðsgevarafelag í 2014, og í 2017 gjørdist hann formaður. Sostatt hevur hann havt fimm ár í formanssessinum.

Nevndin í Føroya Arbeiðsgevarafelag er nú mannað við Høgna Hansen, Kristoffur Laksá, Jens Meinhard Rasmussen, Jón Sigurdsson, Fróða Magnussen, Árna Ellefsen, Jóhannu á Bergi, Odd Eliasen og Ólavur Bjarkhamar.

Nevndin hevur ikki skipað seg enn, skrivar Vinnuhúsið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder