
Heldur ikki í ár nýtist nøkrum at sita einsamallur jólaaftan. Fyri áttandi ferð skipar KFUM&K í Klaksvík fyri jólaaftanshaldi fyri tey, ið ynskja og hava tørv á at hava onkran at halda jól saman við. Tað er Pól Johannessen, trúboðari hjá Kirkjuligu Heimamissiónini, sum skipar fyri saman við konuni og børnunum. Familjan Johannesen hevur seinastu árini hildið jól í samkomuhúsinum beint við skúlan og fótbóltsvøllin í Klaksvík.
KFUM&K, og tey ið ganga har, stuðla eisini tiltakinum við hølum, gávum og praktiskari hjálp, eins og fyritøkur eisini fegnar vilja stuðla. Fyrimyndin fyri tiltakinum var jólaaftanshaldið, sum KFUK í Havn hevur skipað fyri í mong ár, og á skránni er alt tað, sum hoyrir einum jólaaftanshaldi til, og eitt sindur afturat: Dunna, rís a la mande, jólagávur, dansa um jólatræðið o.s.fr.
Fyrireikararnir siga, at fólk hava tikið væl ímóti hesum møguleika, og børnini hjá trúboðaranum trívast eisini væl við einum eitt sindur øðrvísi jólaaftan enn javnaldrarnir.
– Jólini hava stóran týdning, tí Jesus varð føddur, og øll vilja vera saman við sínum kæru, men summi stúra fyri jólunum, tí tey hava kanska ikki so mong rundanum seg. Tí vilja vit fegin gera okkara til, at tey, ið ynskja tað, kunnu fáa ein hugnaligan jólaaftan saman við okkum. Í fjør vóru vit 14 við jólaborði og eins og undanfarin ár, var tað eitt satt upplivilsi. Aftaná alt var liðugt áðrenn midnátt fóru vit heim at pakka upp, men tá høvdu vit í veruleikanum pakka upp, tí vit kendu og upplivdu gleðina hjá hesum menniskjum, sum vit høvdu verið saman við, sigur Pól Johannesen.
Jólaaftanshaldið í KFUM&K í Klaksvík er ókeypis, og ein teknar seg við at ringja til Pól á telefon 212480. Seinasta freist er í dag, 22. desember, men Pól Johannesen sigur, at tey dekka eyka, men gott at vita nøkulunda hvussu mong koma.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald