Innanlands

Heldur ikki í ár nýtist nøkrum at sita einsamallur jólaaftan

Fyri níggjundu ferð skipar KFUM&K í Klaksvík fyri jólaaftanshaldi fyri tey, ið hava tørv á at hava onkran at halda jól saman við. Hesaferð eru tað Finn og Dagny Miðskarð við familju, sum eru vertir. Frestin at melda seg er sum útgangspunkt í kvøld

2021-12-21 18:54 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Seinastu mongu árini hevur Pól Johannessen, ið er trúboðari hjá Kirkjuligu Heimamissiónini og KFUM & K, skipað fyri jólaaftanshaldi fyri tey, ið hava tørv á at hava onkran at halda jól saman við.

Hetta hevur verið saman við konu og børnum, har góður matur hevur verið, jólaevangeliið hevur verið lisið, dansað hevur verið um jólatræðið, og jólagávur eru latnar. Eisini hevur sangur og spurnarkapping verið á skránni 

Jólahaldið í KFUM&K í Klaksvík verður aftur í ár, við øllum hesum á skránni. Hesaferð vera Finn og Dagny Miðskarð við familju vertir. Tey hava einaferð áður verið tað. Tað eru eisini nógv onnur, ið hjálpa til og stuðla tiltakinum við hølum, gávum og praktiskari hjálp

Boðað verður frá, at freistin er 21. desember, í kvøld. Um ynski verður sett fram um at luttaka í morgin ella hósdagin (22. og 23. desember), so gongur tað eisini. Til ber at tekna seg hjá Dagny á tlf. 580859.

KFUK skipar fyri líknandi tiltakið í høvuðsstaðnum: 

- Aftur í ár halda vit jólaaftan fyri einsamøllum og teimum, sum hava tørv á at koma saman við øðrum jólaaftan. Vit fara til borðs kl. 18.00, men húsið er opið frá kl. 16.30.

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder