Mentan

Heldur ikki í kvøld fór Gekkurin

Sólrun Michelsen úr Hvalba, hóast hon var sera tætt við, endaði við 15.000 krónum, og sostatt hækkar gekkaupphæddin í næstu viku upp í 3,4 mió.

2019-09-06 21:04 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Hepni gekkaspælarin, sum kom ígjøgnum við fullari plátu í kvøld var Sólrun Michelsen úr Hvalba, og valdi hon at deila gekkaupphæddina í trý, so 1,1 mió. endaðu í hvørjum leypi.

Longu í fyrsta snari kom hon sera tætt uppá, tí hon endaði bert tríggjar seymir frá bláa leypinum.

Hon endaði á 12.500 krónum, sum faldað við fimm hevði verið 62.500, men hon gjørdi av at fara víðari.

Aðru ferð endaði hon á 15.000 krónum, sum faldað við trý hevði verið 45.000, men hon gjørdi av at royna eina ferð afturat.

Í triða og seinasta snari endaði hon á 15.000 krónum.

Eingin fór avstað við stóra gekkavinninginum hesuferð, og tað merkir, at upphæddin næstu ferð verður 3,4 mió. krónur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder