Innanlands

Heldur seg niðri á fimm innløgdum av koronu

Næstan fimm prosent av fólkatalinum eru í løtuni positiv við koronu, men bara fimm eru innløgd á Sjúkrahúsverkinum av koronu. 408 tilburðir vórðu staðfestir í gjár

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

2022-01-16 21:27 Author image
Sverri Egholm
placeholder

408 nýggir tilburðir og 155 frískmeldað. Tað vísir uppgerðin hjá myndugleikunum eftir at tær 3302 koronukanningar í gjár eru greinaðar.

Talið á positivum í løtuni er nú 2461. Tað vil siga, at næstan fimm prosent av fólkatalinum eru í løtuni positiv við koronu. Kortini er trýstið á Sjúkrahúsið ikki stórt, og sera fá eru innløgd.

Upplýst verður at átta eru innløgd á Sjúkrahúsverkinum við koronu. Fimm av teimum av koronu meðan hini trý eru innløgd av aðrari orsøk, men eru testað positiv við koronu.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder