2020-03-06 19:47
Týsdagin seinnapartin letur Helena Kjeld upp mynda- og málningasýning í Ribarhúsi í Fuglafirði.
Helena er dóttir Fridrikku og Høgna Kjeld. Hon er uppvaksin úti í Rossagerði í Fuglafirði í einum vøkrum umhvørvi. Abbi hennara í faðirlegg, Jóhan Kjeld, og langabbin, Jacob Kjeld, vóru stak góðir teknarar.
Helena gongur á Cambridge school of visual & performing arts, og hevur lisið her um grafiska sniðgeving og myndprýðing. Hon var liðug við tað skriftliga til jóla, og tað verkliga verður hon liðug við í summar.
Hetta er ein vøkur tilgongd, tá ið komið verður til tað listaliga.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald