Innanlands

Helena og Astrid 40 ára starvsdag í heimatænastuni

Tær hava havt ymisk arbeiðspláss innan heilsurøktina á vestara armi á Skálafjørðinum í fýra áratíggju. Nú starvast Helena Berthelsen og Astrid Anthoniussen á Sjóvarlon

Mynd: Sjóvar Kommuna

Mynd: Sjóvar Kommuna

2019-10-31 17:36 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Hátíðarhald var á Sjóvarlon týsdagin í samband við, at Helena Berthelsen og Astrid Anthoniussen høvdu 40 ára starvsdag í heimatænastuni á vestara armi á Skálafjørðinum. Hetta skrivar Sjóvar Kommuna á heimasíðu sínari

Helena og Astrid hava starvast á ymsum arbeiðsplássum innan heilsurøktina, men eru nú báðar í starvi á Sjóvarlon á Strondum. Nógv varð gjørt burturúr til tess at fagna teimum báðum á starvsdegnum í dag, har starvsfelagar, búfólk, familja og onnur vóru við at seta dám á løtuna.

Meira kann lesast á heimasíðuni hjá Sjóvar Kommunu

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder