Mentan

Helga Djurhuus í Gallarí Havnará

Fernisering er 28. mars, og framsýningin hongur uppi fram til 7. apríl

2026-03-26 07:35 Author image
Innsent
placeholder

Listakvinnan Helga Djurhuus letur upp sína nýggjastu framsýning í Gallarí Havnará leygarkvøldið 28. mars kl. 20.00, DJ Michael Antony Charles diskar til løtuna, og lagt er upp til eina ferð inn í eitt abstrakt univers av rørslu og litum, afturvið dragandi tónum.

Hetta er ein møguleiki at uppliva tað visuella málið, ið sprettir úr tí dreymakenda hugaheimunum hjá Helgu.

Við bæði oljumálningum á lørift og mixed media-verkum á pappír – arbeiðir Helga Djurhuus við litum, rørslu og teksturi.

Við síni visuellu eksperimerandi tilgongd er hennara myndamál í støðugari broyting, og framsýningin speglar tað stað, hon sum listakvinna er í júst nú.

Helga Djurhuus er fødd í 1989, uppvaksin í Havn og hevur útbúgving innnan visuelt design frá Det Kongelige Akademi í Keypmannahavn.

Hon arbeiðir sum fulltíðar listafólk og hevur verið við í fleiri framsýningum seinastu árini.

Framsýningin er opin fram til 7. apríl í Gallarí Havnará.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder