
Í gjár segði Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, í tinginum, at tað verður ikki settur nakar hernaðarradari upp á Sornfelli uttan at tað er gjørt í semju við føroyingar.
Les: Donsk semja um radara á Sornfelli
Men hetta passar ikki sambært partamanninum, Helga Abrahamsen, landsstýrismanni.
Tað sigur hann í eini viðmerking til Bjarna K. Petersen, tingmann hjá Framsókn, á Facebook.
Framsóknartingmaðurin hevði eina viðmerking til tað, sum løgmaður segði um málið í tíðindunum í gjárkvøldið, tá hann ikki segði, at radarin ikki verður uppsettur uttan í semju við føroyingar, men at hann “hevði fingið upplýst, at ongin radari verður settur upp uttan í semju føroyingar”.
Helgi Abrahamsen, ið er kendur fyri at vera aktivur viðmerkjari á sosialu miðlunum ofta við sniðfundigum orðingum, svaraði Bjarna soleiðis:
“Vit kundu eisini gjørt eina samtykt sum segði, at Føroyar skulu ikki verða álopnar hernaðarliga, uttan í fullari semju við føroyingar.”
Tá Bjarni K. Petersen so spyr, um tað kanska er líka mikið hvat føroyingar samtykkja, svarar landsstýrismaðurin við umhvørvis- og vinnumálum:
“Ja. Og um danska stjórnin sigur nei, so verður tað onkur annar sum tekur avgerðina yvir høvdinum á teimum. Tey spyrja, í vón um at fáa játtandi svar, men avgerðin er tikin áðrenn tey spyrja.”
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald