Innanlands

Helgi Abrahamsen tekur lógaruppskotið aftur

Eftir at semja var gjørd og verkfallið var avblást í gjárkvøldið, boðaði landsstýrismaðurin í umhvørvis- og vinnumálum frá, at hann tekur umstrídda lógaruppskotið aftur um at tryggja Almannaverkinum neyðug undantøk

(Mynd: Umhvørvis- og vinnumálaráðið)

(Mynd: Umhvørvis- og vinnumálaráðið)

2021-06-20 09:10 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Seint í gjárkvøldið varð boðað frá, at semja var gjørd millum Føroya Pedagogfelag, Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið, og í hesum sambandi boðaði Pedagogfelagið frá, at verkfallið var avblást.

Nú hevur Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður í umhvørvis- og vinnumálum, tikið umstrídda lógaruppskotið aftur um at tryggja Almannaverkinum neyðug undantøk í verkfallinum. Hesum boðaði hann løgtingsmanninum frá í gjárkvøldið, eftir at tað var greitt, at semja var funnin millum partarnar

Fakfeløgini høvdu áður heitt á Helga Abrahamsen um at taka uppskotið aftur, tí tað sambært teimum var eitt álop á verkfalsrættin, og fóru tey at boða frá stríðsstigum, um uppskotið ikki var tikið aftur.

Uppskotið snúði seg um at leingja sáttmálarnar hjá ávísum starvsfólkum í Almannaverkinum, sum ikki kunnu fara í arbeiðssteðg, tí tað stendur um lív og heilsu. Sambært uppskotinum skal tað vera Almannaverkið, sum metir hvørji starvsfólk tey ikki kunnu vera fyriuttan.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder