Í dag, mánadagin 6. desember verður fyribils útskifting í fólkatingsmanningini hjá Sambandsflokkinum.
Edmund Joensen hevur biðið um farloyvi í eitt styttri tíðarskeið, og Helgi Abrahamsen, løgtingsmaður og næstformaður í Sambandsflokkinum, tekur tí við sessinum á Fólkatingi. Hesum boðar Sambandsflokkurin á Fólkatingi frá í tíðindaskrivi.
Hetta verður fyrstu ferð, at Helgi Abrahamsen sleppur at royna seg í Fólkatinginum.
Helgi Abrahamsen er útbúgvin journalistur og byrjaði sína politisku yrkisleið sum floksskrivari hjá Sambandsflkkinum í 1999. Har starvaðist hann til í 2008, tá hann varð valdur í Løgtingið á fyrsta sinni. Helgi Abrahamsen var landsstýrismaður við vinnu- og umhvørvismálum í tíðarskeiðnum 2019-2021. Hóast Helgi sostatt hevur drúgvar politiskar royndir, skal hann nú á fyrsta sinni royna seg sum limur í Fólkatinginum.
- Nú havi eg roynt eitt sindur av hvørjum sum politikari, men hetta er fyrstu ferð, at eg sleppi at royna meg á Fólkatingi. Eg eri spentur upp á avbjóðingina, og tað er eingin ivi um, at tað verða nakrir áhugaverdir dagar. Eg fari í øllum førum at royna at fáa sum mest burturúr, meðan eg eri her, sigur Helgi Abrahamsen.
Fyribils fólkatingslimurin skal til arbeiðis beinavegin. Longu týsdagin skal hann í eldin, tá spurnartími verður við forsætisráðharra Mette Frederiksen. Harafturat eru nevndarfundir og aðrir fundir á skrá hesa vikuna, boðar Sambandsflokkurin frá.
Áðrenn Helgi Abrahamsen sleppur at taka pláss í Fólkatingssalinum, skal hann formliga góðkennast við atkvøðugreiðslu í salinum. Hetta er tó at rokna sum ein formalitetur, av tí at tað ikki er óvanligt, at fólkatingslimir biða um farloyvi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald