Mentan

Helgi Midjord sýnir fram í Lítluvík

Listamaðurin Helgi Midjord hevur framsýning í Smiðjuni í Lítluvík fram til 25. november

2025-11-22 11:10 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í hesum døgum hevur listamaðurin Helgi Midjord framsýning í Smiðjuni í Lítluvík.

Helgi úr Fuglafirði og hevur verið listamaður burturav í nógv ár. Umframt at hava latið úr hondum nógvar oljumálningar, er hann eisini kendur fyri framúrskarandi høggmyndirnar, ið hanga í Mentanarhúsinum í Fuglafirði.

Eisini hevur Helgi gjørt standmyndina, ið stendur úti í Hoyvíkstjørn og bonkin, ið er gjørdur úr gróti og jarnketum við fuglum, ið stendur í viðarlundini í Fuglafirði, og sum bleiv gjørdur í sambandi við seinastu drotningavitjanina.

Helgi er eisini kendur frá tónleikleikalívinum sum gittarspælari og sangari, og gav hann útfløguna ”Um gáttina” í 2012.

Sermerktu málningar hansara eru m. a. av motivum úr hugaheimsinsfjalda dýpi ella sálarligum speglingum. Eisini eru motivir frá náttúruni runt um í Føroyum.

Seinast Helgi hevði framsýning var í 2011.

Framsýningin hjá Helga í Smiðjuni í Lítluvík lat upp fríggjadagin 21. november og hevur opið hvønn dag frá klokkan 13 til 18 fram til týsdagin 25. november.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder