
- Hvussu merkja deyvir og tunghoyrdir føroyingar í tí dagliga, at føroyska teknmálið er viðurkent sum teirra móðurmál?
Tað spyr Helgi Abrahamsen, løgtingsmaður, Eirik í Jákupsstovu, landsstýrismann, í einum skrivligum “grein 52a fyrispurningi”.
Helgi Abrahamsen vísir á, at tað eru skjótt liðin átta ár, síðani føroyska teknmálið varð viðurkent í Løgtinginum sum móðurmálið hjá deyvum og tunghoyrdum.
- Fyri deyv og tunghoyrd var hetta eitt stórt framstig, ið skuldi geva teimum eina nýggja, øðrvísi og bjartari framtíð, sigur hann.
- Men sum tað ljóðar, hava tey ikki merkt tær stóru broytingarnar tann rætta vegin, og á onkrum øki hevur tað heldur gingið tann skeiva vegin, síðani Løgtingið tók hesa avgerðina.
Tí spyr Helgi Abrahamsen landsstýrismannin, í hvønn mun sparingar tey seinnu árini hava rakt tænasturnar ið verða veittar deyvum og tunghoyrdum í Føroyum (til dømis viðvíkjandi teknmálstulking, undirvísingartilboðum til avvarandi, gransking av teknmáli og menning av teknmálsorðabókini?
Eisini spyr løgtingsmaðurin, um landsstýrismaðurin metir, at støðan viðvíkjandi teknmálstulking við bert tveimum almennum tulkum, er nøktandi?
Eirikur í Jákupsstovu skal, sambært Tingskipanini, svara fyrispurninginum í seinasta lagi tann 13. juni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald