Í dag er bókin "Blondinens betragtninger" hjá fyrrverandi danska forsætisráðharranum, Helle Thorning-Schmidt komin á marknaðin. Bókin snýr seg um kyn, feminismu og metoo, og í bókini deilir hon sínar egnu upplivingar og tankar um kyn og javnstøðu.
Ein uppliving, sum fyrrverandi forsætisráðharrin nevnir í bók sínari, er nakað, sum hendi fyri nærum 20 árum síðani í sambandi við ein døgurða á fronsku sendistovuni í Keypmannahavn.
Á døgurðanum luttók fyrrverandi franski forsetin Valéry Giscard d'Estaing, og Helle Thorning-Scmidt greiðir frá, at hann føldi uppá lærið á henni undir borðinum. d'Estaing var tá síðst í 70unum, og Helle Thorning-Scmidt var í 30unum og var tá limur í ES-tinginum.
– Eg hugsaði: Hvat sker her? Eg fekk flutt meg, og so steðgaði tað, skrivar hon m.a. í bókini.
Í viðmerking til tíðindastovuna Ritzau sigur hon, at hon ikki metir hendingina vera sera álvarsama samanborið við, hvat annars er komið undan kavi undir seinastu metoo-bylgjuni.
– Í dag hevði mann hugsað um hetta sum kynsligan ágang. Tað gjørdi mann ikki tá. Tað var ein onnur tíð, men eg helt tað vera óhóskandi, og gjørdist eg eisini ill í støðuni, sigur hon.
Orsøkin til, at hon hevur valt at deila hendingina er, at hon vil vísa á, at kvinnur allastaðni kunnu uppliva óhóskandi atburð, sigur hon.
– Eg vil vísa á, at tað ikki er eitt slag av kvinnum, sum verður fyri ágangi. Tað kan henda allastaðni – eisini undir fínum sendistovudøgurðum.
Helle Thorning-Schmidt leggur afturat, at hon hevur upplivað, at nógvir menn gerast bilsnir yvir, hvussu nógvar kvinnur hava upplivað óhóskandi atburð. Tað nýtast teir tó ikki at vera, sigur hon.
Í bókini greiðir Helle Thorning-Schmidt eisini frá tveimum øðrum hendingum í 90unum og fyrst í 00unum, har tveir mannligir leiðarar hava víst óhóskandi atburð. Hvørki starvsheiti ella navn verður tó upplýst í hesum sambandi.
Orsøkin er, at Helle Thorning-Schmidt bert ynskir at vísa á, at hon hevur verið úti fyri hesum óhóskandi hendingum, sigur hon.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald