Fyrrverandi danski forsætisráðharrin, Helle Thorning-Schmidt gevur í næstum út eina bók um kyn, feminismu og metoo.
Í bókini, sum fær heitið "Blondinens betragtninger", fer Helle Thorning-Schmidt fyri fyrstu ferð at deila sínar egnu upplivingar og tankar um kyn og javnstøðu, upplýsir forlagið 28B sambært Ritzau.
– Tá eg hoyri fólk siga, at vit hava javnstøðu í Danmark, og at har ikki er meira at tosa um, fái eg hug at spyrja: hvønn dag ella uml. hvat ár komu vit á mál, sigur fyrrverandi danski forsætisráðharrin í tíðindaskrivi.
Helle Thorning-Schmidt gjørdist í 2011 fyrsti kvinnuligi forsætisráðharrin í Danmark. Hon var forkvinna fyri Sosialdemokratiet frá 2005 til 2015, tá hon legði frá sær, eftir at táverandi stjórnin ikki endurvann meirilutan á fólkatingsvalinum.
Síðan hon fór úr politikki hevur hon m.a. verið stjóri fyri altjóða Red Barnet, og eisini hevur hon fleiri nevndarsessir í vinnulívinum. Eisini er hon ein av formonnunum í eftirlitsráðnum hjá Facebook, sum m.a. tekur støðu til mál, har Facebook hevur strikað kontroversielt innihald.
Bókin "Blondinens betragtninger" kemur út 4. oktober.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald