
Ein stórur partur av føroyingum óttast fyri kríggi í Evropa. Tað vísir kanning hjá Portalinum.
Í sambandi við seinastu veljarakanning spurdu vit eisini um hvussu stúrnir føroyingar eru fyri ymsum hóttanum, sum kunnu koma at gera seg galdandi.
Spurningurin, sum spyr.fo setti ljóðaði soleiðis: Hvussu stúrin ert tú fyri, at vera ávirkað/ur av einum av hesum hendingum komandi fimm árini? ; stórkríggj í Evropa
14 prosent av teimum sum svaraðu, søgdu seg vera 'sera stúrin', og 38 prosent svaraðu, at tey vóru 'stúrin'. Altso er ein góður helmingur av føroyingur stúrin ella sera stúrin fyri at kríggj skal bresta á innan fyri komandi fimm árini.
17 prosent svaraðu 'ikki stúrin', og 6 prosent svaraðu 'als ikki stúrin', meðan 24 prosent vóru 'hvørki stúrin ella ikki stúrin'.
Um hugt verður eftir kynsbýtinum, so eru kvinnurnar meira stúrnar fyri kríggi enn menninir.
Heili 70 prosent av kvinnunum eru stúrin ella sera stúrin fyri kríggi (ávikavist 52 og 18 prosent) meðan bert 37 prosent av monnunum hava hesa somu kenslu (ávikavist 25 og 12 prosent).
Tað vísir seg eisini, at tey ungu eru meira stúrin, enn teir eldru aldursbólkarnir:
Í aldursbólkinum 18-29 ár eru 24 prosent sera stúrin og 39 prosent stúrin, 63 prosent tilsamans. Í aldursbólkinum 30-44 ár eru tey 54 prosent, í aldursbólkinum 45-59 40 prosent og í aldursbólkinum oman fyri 60 ár eru tey 54 prosent stúrin ella sera stúrin.
Landafrøðiliga er ikki so stórur munur á økjunum, tá hesin spurningur verður settur. Tó síggja vit, at í Eysturoynni finna tey, ið eru mest stúrin (18 prosent) og eisini tey, ið eru minst stúrin (11 prosent).
Hyggja vit eftir hvørjum flokki, tey siga seg fara at atkvøða til komandi væl, so sær støðan soleiðis út, tá vit hyggja at teimum fýra stóru flokkunum:
- Fólkafloksveljarar: 31 prosent stúrnir og 11 prosent sera stúrnir, tilsamans 42 prosent
- Sambandsveljarar: 44 prosent stúrnir og 11 prosent sera stúrnir, tilsamans 55 prosent
- Javnaðarveljarar: 41 prosent stúrnir og 20 prosent sera stúrnir, tilsamans 61 prosent
- Tjóðveldisveljarar: 45 prosent stúrnir og 14 prosent sera stúrnir, tilsamans 59 prosent
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald