
14 av teimum 26 fólkunum, sum hava verið innløgd á koronudeildini á Landssjúkrahúsinum seinastu mánaðirnar, vóru koppsett. Ella - um tú vilt - 12 av teimum 26 fólkunum vóru ikki koppsett.
Tað vísa ráu tølini frá Landssjúkrahúsinum, og sum Tummas í Garði, varastjóri í Sjúkrahúsverkinum, greiddi frá í útvarpinum á middegi.
Tummas í Garði, varastjóri í Sjúkrahúsverkinum (Mynd: Sverri Egholm)
Leggjast skal afturat, at meira 90 prosent av teimum yvir 12 ár í Føroyum hava fingið tvey prik.
Sjúkrahúsið sigur, at frammanundan hava at kalla bara eldri fólk við øðrum heilsutrupulleikum, verið innløgd, men hetta sær út til at vera broytt.
Av teimum 26, sum hava verið innløgd seinastu tveir mánaðirnar, eru 11 teirra undir 70 ár. 9 av hesum 11 vóru ikki koppsett, sum svarar til 82 prosent.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald