Innanlands

Helmingurin heldur, at tilmælini skulu herðast

Spyr.fo: Tað eru bara í Miðflokkinum at meiriluti er fyri at linka verandi koronutilmæli hjá landsstýrinum

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2021-12-05 14:29 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Helmingurin av veljarunum heldur, at verandi koronutilmæli hjá landsstýrinum eru ov veik, og ynskir at tey skulu herðast.

Hetta vísir kanningin, sum Spyr.fo gjørdi fyri Blaðið Vikuskiftið mikudagin.

[object Object]

Upp á spurningin: “Hvat heldur tú um verandi koronutilmæli?” svaraðu 50 prosent, at tey skulu herðast. 41 prosent halda tey vera hóskandi, meðan 9 prosent halda, at tey skulu linkast.

Sí kanningina á Blanum Vikuskifti 

Tað eru serliga andstøðuveljararnir, sum halda, at tiltøkini skulu herðast. 83 prosent av sjálvstýrisveljarunum, 66 prosent av javnaðarveljarunum, 52 prosent av framsóknarveljarunum og 50 prosent av tjóðveldisveljarunum halda, at tiltøkini skulu herðast.

Fólkafloks- og sambandsveljararnir halda, at tiltøkini eru hóskandi, ávikavist 55 og 49 prosent, meðan miðflokkaveljararnir eru heilt ósamdir við tilmælini hjá egnari samgongu.

Bara 18 prosent av miðflokkaveljarunum halda, at tiltøkini skulu herðast, 39 prosent halda, at tey eru í lagi, meðan heili 43 prosent posent halda, at tey skulu linka.

Tað er bara í Miðflokkinum, at vit finna ein stóran bólk, sum heldur, at tiltøkini skulu linka. Í hinum flokkunum, er hesin hugburðurin í stórum minniluta: Í Framsókn eru tey 15 prosent, í Sambandsflokkinum 12, Fólkaflokkinum 10, Tjóðveldi 5, Javnaðarflokkinum 3 prosent og millum sjálvstýrisveljararnar, eydnaðist tað ikki Spyr.fo at finna nakran, sum heldur at tiltøkini skulu linka.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder