Uttanlands

Helst er talan um eina røð av mistøkum í stýrhúsinum

Enn er ongin almenn frágreiðing komin um flogvanlukkuna í Moskva – men miðlar staðfesta, at flogskipararnir kundu handla øðrvísi

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2019-05-07 12:49 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Enn er ongin almenn útsøgn komin frá russisku skaðanevndini um flogvanlukkuna á Sjeremetjevo-flogvøllinum í Moskva í gjár, tá 41 fólk lótu lív í einum brennandi flogfari, sum júst hevði neyðlent. Men sambært fleiri russiskum miðlum arbeiða serfrøðingarnir við einum ástøði um, at nakrar skeivar avgerðir hjá flogskiparunum vóru orsøk til hendingina.

Interfax skrivar, at tað var ringt veður yvir Moskva, tá flogfarið fór avstað, og at Sukhoi Superjet-flogfarið ikki átti at verið farið ígjøgnum hetta illveðrið.

Flogskiparin, Denis Javdokimov skal, sambært nrk.no, hava sagt soleiðis um hendingina.

- Orsaka av torusláttrinum mistu vit radiosambandið, og eftir tað máttu vit fara yvir til beinleiðis stýring av flogfarinum.

Eftir at toran sló niður í flogfarið bóðu flogskipararnir um loyvi til at venda aftur til Sjerementjevo-flogvøllin í Moskva og gera gera eina neyðlending har.

Flogfarið skuldi til Murmansk, men lendi aftur á sama flogvølli eftir bert umleið ein hálvan tíma á flogi.

RIA Novosti tíðindastovan skrivar, at meginparturin av brennievninum framvegis var umborð á flogfarinum, og sostatt mátti flogfarið lenda við maksimalari vekt.

Um flogskipararnir høvdu flogið tveir tímar yvir høvuðsstaðnum, so kundu teir havt brúkt brennievnið. Tað hevði gjørt eina lending nógv lættari, og harvið høvdu eisini verið minni nøgdir av brennievni at fest í.

Russiskir miðlar vísa eisini á, at Aeroflot-flogfarið hevði alt og høga ferð undir lendingini. Úrslitið var, at flogfarið fyrst stoytti hart niður á lendingarbreytina, sprakk síðan upp aftur áðrenn tað lendi av nýggjum.

Lendingin aðru ferð var so harðlig, at undirstellið brotnaði, flogfarið small í jørðina, hol kom á tangarnar og brennievni rann út og eldur kom í. Eftir heilt fáum sekundum var eldur í næstan øllum flogfarinum.

Russiska blaðið Kommersant skrivar eisini, at tað gekk long tíð innan bjargingar- og sløkkiliðini á flogvøllinum komu fram til tað brennandi flogfarið.

Filmsupptøkur frá vanlukkuni vísa hvussu ferðafólkini har frammi í flogfarinum sluppu út og kundu renna langt frá flogfarinum áðrenn sløkkiliðsførini komu fram og kundu byrja sløkkingararbeiðið.

Høvdu brandbilarnir staðið tilbúnir við lendingarbreytina, kundi sløkkingin byrjað nógv fyrr í eini støðu har øll sekund eru av týdningi, skrivar nrk.no

Myndirnar vísa eisini, at nógv av ferðafólkunum frá vanlukkuflogfarinum koma dragandi við hondviðføri sínum. Tá rýmast skal av einum flogfari, skal viðføri latast eftir fyri at rýmingin kann ganga so skjótt sum møguligt.

Les eisini: Nógv doyðu tí fólk skuldu hava viðførið við sær úr brennandi flogfari

Á sosialu miðlunum í Russlandi verður víst á, at nógv fleiri kunnu verið bjartað, um leiðreglurnar høvdu verið hildnar.

- Eg veit ikki hvat eg skal siga um fólk, sum komu út við teirra viðføri. Guð má døma tey, skrivar ein russari um vanlukkuna.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder