Í dag varnaðust fólk, at eitt ókent sjódjór lá á sandinum í Sandagerði.
Ógreitt var, hvat slag av djóri talan var um, og hvussu leingi djórið hevði ligið har, men sambært Jan Sørensen, savnsvørður á sjódjóradeildini hjá Tjóðsavninum, er talan helst um ein hval.
- Sum eg síggi, so er talan um ein hval, sum hevur ligið leingi í sjónum. Ein partur av høvdinum manglar og tað sama við sveivinum. Soleiðis sum hann liggur er hann um fýra metrar, og eg meti, at hann hevur verið um seks metrar á lívi, sigur hann við Portalin.
Jan Sørensen leggur afturat, at kjafturin er brotin og burtur, so tað kann hugsast, at hann er komin ov nær at eini skipsskrúvu. Hvalurin er tó ov illa farin til at siga, hvat slag av hvali talan er um.
Sí fleiri myndir her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald