2024-04-11 14:09
Seinnapartin í gjár var fráboðan um eld á havnarlagnum í Havn. Tað var í goymslubygninginum hjá Faroe Ship, at eldur var í, og eldurin var millum skins og hold.
Hildið verður, at eldurin kyknaði í sambandi við arbeiðið millum tveir samanbygdar bygningar.
Um 18 tíðina varð staðfest, at eldurin var sløktur.
Løgreglan kannar eldin.
(Mynd: Sverri Egholm)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald