Uttanlands

Helst var tað russisk rakett yvir Polandi í morgun

Polski forsætisráðharrin, Donald Tusk, vil hava vissu áðrenn hann skuldsetir stóra grannan fyri rakettálopið

Donald Tusk, forsætisráðharri (t.h.) her saman við Wladyslaw Kosiniak-Kamysz nærhendis staðnum, har rakettin datt niður (Mynd: Kuba Stezycki/Reuters/Ritzau Scanpix)

Donald Tusk, forsætisráðharri (t.h.) her saman við Wladyslaw Kosiniak-Kamysz nærhendis staðnum, har rakettin datt niður (Mynd: Kuba Stezycki/Reuters/Ritzau Scanpix)

2026-07-30 15:55 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tíðliga í morgun upplýstu myndugleikarnir í Polandi, at tey høvdu upplivað eina ógvusliga spreinging, sum skapti eitt spreingihol við 10 metrum í diametri. Spreingingin hendi í eystara parti av Polandi. Kring spreingiholið vórður nakrir lutir funnir, sum ikki beinanvegin kundu eyðmerkjast.

Sambært landsins forsætisráðharra, Donald Tusk, var talan um eina rakett, ið varð skotin niður, tí hon hevði kós móti bygdum øki. Tusk sigur eisini, at tað sær út til, at myndugleikarnir handfóru hóttanarstøðuna á rættan hátt. Tó skal hendingin og handfaringin av hóttanini kannast nærri.

Tusk leggur tó afturat, at tað er einki, ið beinleiðis bendir á, at Poland var ætlaða málið við hesum álopinum.

Spreingiholið er nærhendis býin Tarnawa-Kolonia, ikki so langt frá býnum Lublin, har loftávaringarlúðrarnir ljóðaðu.

Um hetta mundið var ukrainski býurin Lviv raktur av fleiri rakettum. Lviv liggur bert 70 kilometrar frá polska markinum, og polska flogvápnið hevði sent flogfør avstað fyri at verja polskt loftrúm.

Tað var ukrainski uttanríkisráðharrin, Andrij Sybiha, sum var tann fyrsti at bera tíðindini á X um, at bumban, sum brast í eystara Polandi, kom frá eini russiskari rakett av slagnum H-101 (Nato kallar hana AS-23 Kodiak).

Her leggur Sybiha dent á týdningin av, at styrkja loftverjuna hjá Ukraina og Evropa, og at Poland og Ukraina eiga at samstarva í stríðnum móti felags fíggindanum, Russlandi.

Polski forsætisráðharrin, Donald Tusk, segði á tíðindafundi um middagsleitið, at alt bendir á, at talan var um eina russiska H-101 rakett, men tey vilja vera vís í hvør hevur skotið hana áðrenn nakað verður staðfest.

ES-nevndarformaðurin António Costa hevur skrivað á X, at hendingin í morgun enn einaferð vísir, at russiski ágangurin vísir hvussu hótt trygdin í øllum Evropa er.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder