Innanlands

Helt at ein prutlførari koyrdi ov nær - bremsaði brádliga

Eitt ferðsluóhapp var í Leirvíkstunlinum í gjár, tá eitt prutl rendi í ein bil

(Mynd: Google Maps)

(Mynd: Google Maps)

2024-03-01 08:27 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Eitt løgið ferðsluóhapp í Leirvíkstunlinum seinnapartin í gjár.

Vaktleiðarin á løgreglustøðini greiðir í morgun frá, at ein bilførari hevði ampa av, at eitt prutl koyrdi so nær aftanfyri. Bilførarin gjørdi ikki mætari enn at bremsa brádliga, og tað hevði við sær, at prutlið rendi í reyvina á bilinum.

Prutlførarin fekk ikki stórvegis skaða, men bæði prutlførarin og bilførarin fingu bót.

Bilførarin bleiv skuldsettur fyri at bremsa so harðliga, og prutlførarin fyri ikki at halda nóg stóra frástøðu og fyri bygnaðarbroytingar á prutlinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder