2025-01-11 10:53

Fríggjamorgunin, beint fyri klokkan átta, var eitt ferðsluóhapp á Argjum, har ein bilur rendi í afturpartin á einum øðrum bili.
Har var eingin fólkaskaði men bert materiellur skaði, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.
Bilførarin, sum rendi á, helt ikki neyðugu frástøðuna, og tað kann ein fáa bót og klipp fyri.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald