2022-10-24 08:20
Í gjárkvøldið klokkan 18 var eitt ferðsluóhapp við R.C. Effersøesgøtu og Gripsvegin í Havn.
Tað var ein bilur, sum ikki helt treytaleysu víkiskylduna og koyrdi út fyri annan bil.
Vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn sigur, at materielli skaðin var stórur, og máttu bilarnir flytast burtur av sløkkiliðnum. Tíbetur var tó eingin fólkaskaði.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald