Innanlands

Helt ikki víkiskylduna og rendi á

Í gjárkvøldið var eitt ferðsluóhapp í Klaksvík, men eingin fólkaskaði var – Tveir bilar vóru í óhappinum, og illgruni er um, at eini førarin var ávirkaður av rúsdrekka

(Mynd: Jens Kr. Vang)

(Mynd: Jens Kr. Vang)

2021-06-20 09:59 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Klokkan sjey í gjárkvøldið varð boðað frá einum ferðsluóhappi í Klaksvík.

Talan var um ein bilførara, sum ikki helt víkiskylduna, og tí rendi hann á ein annan bil.

Eftir óhappið fór førarin til gongu av staðnum, men árendi førarin fór aftaná, og tað endaði við, at løgreglan handtók hann, sigur vaktleiðarin á politistøðini.

Illgruni er um, at førarin, sum rendi á, var ávirkaður av rúsdrekka, og tí varð blóðroynd tikin av honum, so nú verður bíðað eftir úrslitinum av tí.

Tíbetur var eingin fólkaskaði, men nakað av materiellum skaða var tó, sigur løgreglan.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder