Innanlands

Helt seg síggja eld í sethúsum í Fuglafirði

Tá løgregla og sløkkilið komu á staðið, var nógvur roykur, men tíbetur eingin eldur – Orsøkin var ein grýta, sum onkur hevði gloymt á komfýrinum

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2021-07-04 13:25 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Klokkan fimm í morgun fekk løgreglan eina fráboðan um, at har møguliga var eldur í einum sethúsum í Fuglafirði.

Sløkkilið og løgregla vórðu send á staðið, og hóast nógvur roykur var, var tíbetur eingin eldur.

Onkur hevði gloymt at sløkt undir einari grýtu á komfýrinum, og tað var tað, sum var orsøkin til roykin. Men sløkt varð so undir henni sigur løgreglan.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder