Innanlands

Helt seg síggja grind

Sunnumorgunin varð boðað frá grind, men talan vísti seg at vera um nísur, og einki varð gjørt við tær

(Savnsmynd: Jn.fo)

(Savnsmynd: Jn.fo)

2024-04-15 10:00 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Sunnumorgunin, beint áðrenn klokkan tíggju, varð boðað frá grind millum Stong og Eystnes.

Men tað gjørdist tó greitt, at talan vóru ikki um grindahvalir, og tí var einki meira gjørt við teir.

– Viðkomandi, sum boðaði frá, helt, at tað vóru springarar, so sýslumaðurin tók avgerð um, at einki skuldi gerast við teir, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn í morgin.

Hann leggur afturat, at ein fráboðan kom frá Tjaldrinum nakrar tímar seinni - beint áðrenn klokkan eitt - um, at talan var um nísur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder