Innanlands

Helt seg síggja grind út fyri Leirvík

Talan var um nísur, so grindaboðini vórðu avblást

Savnsmynd

Savnsmynd

2019-08-03 17:24 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Klokkan 16.15 í dag fekk løgreglan boð frá onkrum, sum helt seg síggja grind út fyri Leirvík.

Men grindaboðini vorðu tó avblást stutt aftaná, tí at tað vísti seg, at talan ikki var um grind men um nísur, sigur løgreglan.

Sambært in.fo, vóru grindaformennirnir annars í dýrastu neyð, tí teir ikki vistu, hvar grindin skuldi haldast til.

Ætlanin var fyrst at reka hana á Fuglafjørð, men sambært grindaformanni har, var einki fólk at taka ímóti henni. Tí varð hugsað at reka hana á Funningsfjørð ella til Klaksvíkar. Men eftirsum at talan ikki var um grindahval kortini, bleiv hetta av ongum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder